16.04.2009 · Løgmansskrivstovan

Kreppur, grátumenn og dómadagsprofetar

Kreppur, grátumenn og dómadagsprofetar

Stutt viðmerking løgmans til orðaskiftið seinastu dagarnar um búskaparkreppu:

Kreppur, grátumenn og dómadagsprofetar

 
Øll løgtingsfólk og landsstýrisfólk vita, at stórar avbjóðingar liggja fyri framman. Men nøkur hava tikið patent upp á trupulleikarnar. Tey vita nógv betur enn øll hini, hvussu leingi henda búskaparkreppan fer at leika á, sjálvt áramál verður sett á. Veruleikin er, at ongin veit, hvussu leingi hon varar, og hvussu djúp hon verður.
 
Tí er neyðugt at umhugsa sera gjølla, hvørji tøk skulu takast, og ikki minst nær ymisku tøkini skulu fremjast. Tí nøkur tøk eru sum tvíeggjað svør. Eru tey ov tálmandi, er vandi fyri, at vit gera ilt verri. Eru tey ov lítið tálmandi, kann henda, at landskassahallið verður alt ov stórt í ov langa tíð. Landsstýrið hevur sett sær fyri at finna loysnir, ið javnviga á hesi eggini, samstundis sum ætlanin er at fremja neyðugar strukturellar broytingar.
 
Samgongan hevur m.a. eitt samgonguskjal at halda seg til, sum er bæði gott og fevnir víða. Tá tað snýr seg um hallið á fíggjarlógini verður sagt, at miðað verður eftir at fáa hallið burt eftir fáum árum. Hetta arbeiði er í gongd, og ætlanin er at øll tann almenna skipanin longu í apríl/mai skal vita, hvør útreiðslujáttanin í 2010 verður. Hetta er fyrstu ferð í føroyskari politiskari søgu, at so skjótt verður borið at.
 
Landsstýrið hevur avtalað, at tað ikki meldar út, fyrr enn øll uppskot, sum hoyra til bygnaðar- og vakstrarpakkan eru viðgjørd, og at ein ávís trygd er fyri, at undirtøka er fyri ætlanunum.
 
Sjálvandi er tað gott, at kjakast verður um støðuna, og at fólk siga sína hugsan um, hvat gerast kann. Men at brúka tingsins røðarapall og fjølmiðlar til at samanbera støðuna við eitt nú Titanic vanlukkuna er ikki serliga ábyrgdarfult. Tað byggir ikki land.
 
Betur er bøtandi hond enn spillandi tunga. Landsstýrið arbeiðir av øllum alvi við skilagóðum hugskotum um sokallaðan struktur- og vakstrarpakka.
 
Panikkur og atgerðarloysi loysir einki mál. Tí verður arbeitt miðvíst við ítøkiligum uppskotum fyri at okkara borgarar framhaldandi kunnu hava ta vælferð, tey hava rætt til.
 
 
K.L.Johannesen
løgmaður