Krúnprinsbørnini fáa hvør sín føroyska tjóðbúna, nú tey fyri fyrstu ferð vitja Føroyar.
Tað er Føroya landsstýrið, Føroya løgting, Tórshavnar kommuna, Klaksvíkar kommuna, Sunda Kommuna og Runavíkar kommuna, sum lata búnarnar til Teirra kongligu hátign Christian prins, Isabellu prinsessu, Hansara Vincent prins og Josephinu prinsessu.
Hansara kongliga tign Fríðrikur krúnprinsur og hennara kongliga tign Mary krúnprinsessa fingu føroyska tjóðbúnan, tá ið tey giftust í 2004.
Almenna vitjanin hjá krúnprinshúskinum byrjar í morgun í Havn.
Vitjanin endar sunnudagin 26. august.