Virði á KT vinnuni skal meir enn tvífaldast komandi átta árini. Tað er høvuðsniðurstøðan hjá Vakstrarforum, sum í dag legði fram frágreiðing um vøkstur innan KT vinnuna.
Frágreiðingin byggir á kanningar og tilmæli, sum ein KT serfrøðingabólkur hevur arbeitt við seinasta hálva árið.
Í 2022 væntast virði á KT vinnuni at verða 400 mió. kr., men í 2030 skal hetta virði vera komið upp á 1 mia. kr. Hetta merkir, at KT vinnan skal vaksa úr 2,5% upp í 6% av BTÚ. Eisini skal útflutningurin av KT tænastum vaksa úr 100 mió. upp í 600 mió. kr. innan sama áramál.
Fyrimunurin við KT vinnu er, at landafrøði ikki hevur nakran týdningarmiklan leiklut, eins og hon kann hava í øðrum vinnum. Fortreytirnar í dag eru dugnalig fólk og eitt gott netsamband innanlands og til útheimin.
Frágreiðingin hjá Vakstrarforum inniheldur 26 tilmæli til politisku skipanina, sum øll stuðla upp undir ætlaða vøksturin. Tilmælini eru býtt í fýra høvuðspartar: grønan vøkstur, heilsu- og borgaratænastur, útbúgving og yvirskipaðar karmar.
Leif Abrahamsen er formaður í KT serfrøðingabólkinum. Hann sigur, at tað hevur stóran týdning, at ein fjølbroytt røð av átøkum verða framd, um málið skal røkkast. Men um dentur skal leggjast á eitt ávíst øki, so er tað KT útbúgving, tí her eru vit aftarlaga samanborið við onnur lond, sigur hann.
KT serfrøðingabólkurin hevur verið mannað av: Leif Abrahamsen, Jan Ziskasen, Ulla Joensen, Annika Mittún, Jákup Lamhauge og Oyvindur av Skarði (skrivari).
Les frágreiðingina her.