REVSILÓGIN: Lóggávan um kynslig brotsverk skal vera tíðarhóskandi. Tað heldur Aksel V. Johannesen, løgmaðu
Tað er í tøkum tíma, at lóggávan um kynslig brotsverk verður herd og gerst greiðari. Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, millum annað undir fyrstu viðgerð í málinum um at dagføra revsilógina í dag.
“Tað er óheppið, at revsingin fyri ein persón, sum misnýtir óhjálpnu støðuna hjá einum øðrum persóni til at hava samlegu, er nógv styttri enn fyri neyðtøku. Somuleiðis er tað stoytandi og óhóskandi í einum nútíðarsamfelagi, at nøkur kynslig brotsverk ikki verða revsað, um tey verða framd innan hjúnalag”, sigur Aksel V. Johannesen, sum umsitur lógarmál í landsstýrinum.
Seinastu árini hevur verið funnist at, at ásetingarnar í revsilógini um kynslig brotsverk ikki hava verið dagførdar, síðan økið kom á føroyskar hendur í 2009. Tað hevur serliga verið víst á, at tað er neyðugt at dagføra ásetingarnar um neyðtøku, misnýtslu av hjálparleysari støðu hjá órættaða og kynsligt samband við ættleidd børn. Landsstýrið tekur avbjóðingar í størsta álvara, og ætlaðu broytingarnar í revsilógini eru eitt fet rættan vegin.
Broytingarnar hava í høvuðsheitum við sær, at:
- Reglurnar um neyðtøku verða víðkaðar til eisini at fevna um samlegu við ólógligum tvingsli og at útnytta eina hjálparleysa støðu hjá órættaða umframt samlegu við barn undir 12 ár.
- Persónur, sum er dømdur fyri seksuelt misbrúk av børnum, kann fáa álagt ikki at seta seg í samband við børn, sum viðkomandi ikki kennir, gjøgnum alnótina.
- Fyrningarfreistin fyri revsiábyrgd fyri seksuelt misbrúk av børnum byrjar frá tí degi, tá órættaði fyllir 21 ár. Hetta verður eisini galdandi fyri blúnisbrot av børnum undir 15 ár.
- Kriminalisering av seksuellum sambandi við ættleidd børn verður síðustillað við seksuelt samband við biologisk børn.
- Misbrúk av sinnissjúku, menningartarni ella hjálparleysari støðu hjá órættaða og grovt misbrúk av arbeiðsligum ella fíggjarligum bundinskapi verður víðkað til eisini at fevna um seksuelt samband í hjúnarbandi.
Á heysti 2015 samtykti Løgtingið at heita á landsstýrið um at dagføra og endurskoða revsilógina.
Endamálið við lógaruppskotinum er í fyrstu syftu at dagføra tann partin í revsilógini, sum er ásetingarnar um kynslig brotsverk, soleiðis at revsilógin á hesum øki verður meira tíðarhóskandi.
Málið varð lagt fram á Føroya løgtingi tann 16.desember 2016. Málið er nú beint í Rættarnevndina.
Lesið uppskotið her