Tað verður nú enn lættari at lata seg kanna fyri koronasmittu í Føroyum. Frameftir verður ikki neyðugt at fáa ávísing frá kommunulækna, áðrenn tú kanst lata teg kanna. Hetta merkir, at ein og hvør, sum hevur verið í smittuvanda, kann lata seg kanna uttan at hava sjúkueyðkenni.
Hetta er eitt av fyribyrgjandi stigunum hjá landsstýrinum, nú koronasmittan aftur er í Føroyum.
Landsstýrið hevur eisini tikið stig til at leingja kanningarskipanina á flogvøllinum og við bryggju til og við 31. oktober. Umframt at øll ferðandi verða kannað, tá ið tey koma til landið, verða øll ferðandi eisini biðin um at lata seg kanna aftur á sætta degi. Øll ferðandi eiga hetta tíðarskeiðið – frá tí degi, tey koma til landið, til sætta dag - at vera serliga varin.
Á tíðindafundinum seinnapartin vísti Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, millum annað á:
“Eg skilji væl, at fólk eru farin at troyttast av at hoyra okkum myndugleikar endurtaka sama boðskapin. Men tað er sera týdningarmikið, at vit rógva aftur á góðu atferðina og góða hugburðin: Havið gott reinføri og haldið frástøðu.”
Á tíðindafundinum seinnapartin gjørdi landsstýrið greitt, at tey mæla til, at øll skeinkistøð lata aftur klokkan 22, og at størri tiltøk sum eitt nú festivalar, ítróttastevnur og stórar veitslur fyribils verða útsettar ella avlýstar.
Lesið meira á www.corona.fo