Tað er blivið lættari hjá føroyskum ítróttaskjúttum at kunna ferðast til kappingar uttanlands. Tað svarar løgmaður Jóhannisi Joensen, løgtingsmanni, í skrivligum § 52a fyrispurningi.
Løgmaður vísir á, at vápnalógin varð broytt í november 2020. Fleiri broytingar eru gjørdar í samráð við millum annað Skjótisamband Føroya við tí endamáli at lætta um hjá myndugleikum og skjúttum, tá ið tey ferðast uttanlands.
Seinni er ásett í kunngerð, at umsøkjarar kunnu fáa eitt serligt útflutningsloyvi til vápn, sum hevur eina gildistíð upp til 2 ár. Útflutningsloyvi kann tá nýtast við ferðing til skotkappingar, ítróttarlegur, veiðu ella líknandi, um loyvishavarin kann skjalprógva endamálið við ferðini.
Sí svar løgmans her