Røða løgmans við setanina av landsdysti í svimjing millum Føroyar og Ísland, í svimjihøllini í Gundadali, 28. november 2009.
Góðu íslendingar – vinir og frændur – góðu føroyingar!
Sum Føroya løgmaður og verji fyri ítróttina er tað mær ein heiður at seta henda fyrsta landsdyst í svimjing millum Føroyar og Ísland!
Tað er ein heiður at bjóða fremstu svimjarum Íslands vælkomnum til Føroya at kappast móti Føroya fremstu svimjarum! Gangi ykkur øllum vel!
Tit svimjarar, venjarar og tit í Svimjisambandi Føroya leggja so ótrúliga stóra orku í at menna svimjingina í Føroyum. Vit hava fylgt við tykkum, tá tit hava vunnið óteljandi gullheiðursmerki á Oyggjaleikum – og eg veit, at stórur partur av Føroya fólki fylgir við, nú Kringvarpið sendir beinleiðis frá hesum landsdysti millum Føroyar og Ísland.
Svimjingin í Føroyum hevur seinastu árini tikið risafet framá. Fyri knøppum 14 døgum síðani vórðu nakrir av fremstu svimjarum okkara heiðraðir, tá teir komu heim av World Cup í Moskva, Stokkhólmi og Berlin.
At hava tikið lut í so stórum stevnum hevði fyri fáum árum síðani verið eitt roysni í sær sjálvum – men hesaferð kom ein av svimjarunum heim við bæði gull- og silvurheiðursmerkjum og ikki minni enn trimum norðurlendskum metum! Eg tosi sjálvandi um Pál Joensen, sum hevur trøllabundið okkum við sínum einastandandi úrslitum.
Góði Pál, vit sóu konsentratiónina og megina lýsa úr tær, tá tú legði til brots og vanst heiðursmerki fyri Føroyar. Vit gleða okkum til at fylgja svimjilandsdystinum í dag, tá tú og tínir liðfelagar fara at bjóða íslendingum av!
At røkka stór úrslit er ikki ein spurningur um støddina av tjóðini. Tað er ein spurningur um hugburðin hjá einstaka ítróttarfólkinum. Tað hava tit svimjarar prógvað. Tit eru ein fyrimynd fyri okkara ungdóm - okkum øll. Tí við rætta hugburði og hørðum arbeiði kunnu øll mál røkkast - ikki bara í ítrótti, men í øllum lívsins viðurskiftum.
Hóast hetta er fyrsti landsdystur í svimjing millum Føroyar og Ísland, so hava føroyingar og íslendingar dystast í fleiri øðrum ítróttagreinum.
Fyrsti landsdysturin í manshondbólti millum Føroyar og Ísland var í Havn í 1964 (Ísland vann). Fyrsti altjóða skrásetti landsdysturin í fótbólti, sum Føroyar leikti, var á Akranesi í 1988 (Ísland vann eisini hendan dystin).
Men onki lið er sterkari enn síðst leikti dystur. Í vár leiktu Føroyar og Ísland fótbóltsdyst í Kopavági, og tá vunnu føroyingar á íslendingum á fyrsta sinni.
Vit seta nú skjøtil á fyrsta landsdystin í svimjing millum Føroyar og Ísland (og tað verður spennandi at síggja, hvør fer at vinna hendan dystin!)
Sambandið millum Føroyar og Ísland verður skemtiliga lýst í sorgblíðu søguni um Risan og Kellingina, tvey trøll úr Íslandi, ið vóru komin hendan veg at taka okkara vakra oyggjaland við sær heim til Íslands. Risin bíðaði, meðan Kellingin kleiv upp og legði fetil um Eiðiskoll. Men tá skræðnaði fjallið, og áðrenn Kellingin fekk sett fetil á aftur, reis sólin í eystri, og Risin og Kellingin vórðu til stein - og har standa tey enn og líta móti Íslandi.
Føroyingar hava altíð havt stóra virðing fyri íslendingum og verið góðir við íslendingar. Vit kenna íslendingar sum okkara nærmastu grannar og frændatjóð. Tað kennist heimligt at vitja í Íslandi, og vit føroyingar hava altíð kent okkum vælkomnar. Tað er tí mín vón, at tit íslendsku svimjarar eisini kenna tykkum vælkomnar í Føroyum til henda landsdyst.
Í miðøld skrivaðu íslendingar Føroyingasøgu í sagaunum. Í dag skriva vit ítróttasøgu við hesum fyrsta landsdysti í svimjing millum Føroyar og Ísland!
Koyrið á! Takk fyri.
Kaj Leo Johannesen, løgmaður