Fyrsta fetið ímóti at miðsavna landsfyrisitingina verður nú tikið.
Landsstýrið biður nú Løgtingið um í alt 21,3 milliónir krónur til at keypa gamla Sjóvinnubankan og sethúsini hjá Muller. Tað er bygningurin í Gongini, har tryggingarfelagið Trygd helt til.
Bygningurin er 907 fermetrar til støddar og verður innrættaður til at húsa partar av landsfyrisitingini. BankNordik vil selja landinum bygningin fyri 21,3 mió. kr. Prísurin svarar til 23.500 kr. per fermetur.
Er Løgtingið sinnað at játta peningin, er ætlanin, at fimm av átta stjórnarráðunum verða á Tinganes leiðini. Talan er um Løgmansskrivstovuna, Fiskimálaráðið, Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, Fíggjarmálaráðið og Samferðslumálaráðið. Í fyrstu atløgu fer tað at bera til at spara umleið 2 mió. kr. árliga.
- Ætlanin hjá landsstýrinum er fyrsti liður í at savna landsfyrisitingina. Málið er at reka landsfyrisitingina so skynsamt sum gjørligt. Ein fortreyt fyri hesum er, at stjórnarráðini eru staðsett so tætt, at til ber at ganga ímillum. Sum frálíður er tað bíligari at eiga enn at leiga, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Samstundis sum landsstýrið við hesum roynir at útvega hóskandi bygningar til almennu umsitingina m.a. fyri at minka um leiguútreiðslurnar hjá landinum, roynir landsstýrið stútt og støðugt at selja bygningar hjá landinum, ið landið ikki hevur tørv á longur. Seinastu árini hevur Landsverk selt fimm smærri bygningar í Tórshavnar kommunu, umframt at landsstýrið eftir ætlan selur eitt jarðarstykki í Havn fyri 4 mió. kr.