21.03.2010 · Løgmansskrivstovan

Landsstýrið arbeiðir fyri at basa ungdómsarbeiðsloysið

Landsstýrið arbeiðir fyri at basa ungdómsarbeiðsloysið

- Viðmerkingar til lesarabrævið "Aftursvar til Kaj Leo Johannesen, løgmann" frá Unga Tjóðveldi

 

Í kjallavørinum á fíggjarkreppuni er arbeiðsloysið voksið munandi, og tí er eitt høvuðsmál í politikkinum hjá samgonguni at tálma arbeiðsloysið.
Arbeiðsloysið er størst millum ung. Landsstýrið hevur tí sett ein arbeiðsbólk við umboðum frá Vinnumálaráðnum, Almannaráðnum, Mentamálaráðnum, ALS og Almannastovuni, sum skal koma við tilmælum um, hvussu vit fáa bast ungdómsarbeiðsloysinum mest møguligt.

 

Arbeiðsloysið rakar fyrst og fremst ófaklærd
Tað vísir seg, at umleið 80 prosent af teimum arbeiðsleysu eru ófaklærd. Hetta stends av eini gongd har altsamt størri partur av størvunum á arbeiðsmarknaðinum krevja útbúgving. Henda gongd er ikki eindømi fyri Føroyar, men eisini galdandi fyri okkara grannalond, og fíggjarkreppan hevur bert skunda undir hesa gongd. Skulu Føroyar megna at tillaga seg hesu gongd, er lyklaorðið útbúgving. Eitt aðalmál hjá samgonguni er tí, at so stórur partur sum gjørligt av okkara ungdómi fær eina góða útbúgving, annaðhvørt bókliga ella yrkisliga. Málið hjá landsstýrinum er, at øll sum eru skikkaði skulu sleppa inn á miðnámsútbúgvingarnar. Ætlanin er at fáa eykajáttan til miðnámsskúlaøkið, so allir skikkaðir umsøkjaðir sleppa inn. Komandi skúlaár vilja tað harvið verða umleið 300 fleiri undir miðnámsútbúgving, í mun til undanfarna ár.
Unga Tjóðveldi spyr í lesarabrævinum, Aftursvar til Kaj Leo Johannesen, løgmann hvørjar ætlanir samgongan hevur fyri tey, sum hava tikið útbúgving, og um tey skulu fara í skúla umaftur? Tað er eyðsæð, at ung, sum hava lokið miðnám fara undir víðari lestur ella ein yrkisútbúgving. Verandi arbeiðsloysi kann sostatt skunda undir, at ung fara at lesa víðari, heldur enn at taka sabbatár. Tey sum longu hava eina útbúgving fara sjálvandi ikki at taka eina útbúgving umaftur. Men tey kunnu nýta høvi at taka eina eftirútbúgving ella taka við tilboðum um førleikamenning, sum ALS skipanin veitir. Tí í einari støðu við arbeiðsloysi er tað skynsamt, at arbeiðsleys nýta møguleikarnar at førleikamenna seg og betra um møguleikan at sleppa inn á arbeiðsmarknaðin. Hetta er eisini galdandi fyri ófaklærd, tí talið av ófaklærdum størvum fara neyvan at vaksa í framtíðini, heldur tvørturímóti.

 

Virksemisskapandi átøk
Men skal arbeiðsloysið tálmast er neyðugt við arbeiðsplássum. Samgongan hevur tí lagt seg eftir at varðveita virksemi í samfelagnum og skapa nýggj arbeiðspláss. Játtanin til íløgur á fíggjarlógini fyri 2010 er hin størsta nakrantíð, tá ið útbygging av flogvøllinum er tikin við. Gongd er aftur komin á verkætlanina at gera Skálafjarðatunnilin, og henda verkætlan verður hin størsta í Føroya søgu. Vinnumálaráðið hevur gjørt eina vakstrarætlan við 23 átøkum, sum skulu skapa betri karmar fyri vinnuna, størri virksemi og fleiri inntøkur til samfelagið. Landsstýrið og samgongan er farin undir at viðgera virkisætlanina fyri at seta átøk úr henni í verk, og virkisætlanin verður partur av fíggjarlógararbeiðinum.

 

Kaj Leo Holm Johannesen
Løgmaður