Landsstýrið hevur seinastu tíðina fylgt búskaparligu gongdini neyvt og hevur viðgjørt eina heildarætlan fyri fíggjarstøðuna. Málið er, at Føroyar sleppa gjøgnum fíggjarkreppuna við minst møguligum sviða. Tiltøk eru longu sett í verk og onnur liggja fyri framman.
Nevnast kunnu lógin um fíggjarligt støðufesti har Føroyar gjørdist partur av trygdarskipanin fyri peningastovnar í ríkisfelagsskapinum. Landsstýrið hevur raðfest íløgur á fíggjarlógini 2009 fyri at stimbra virksemi og byrgja upp fyri ov stórum sveiggjum í búskapinum. Landið eigur pening tøkan og kann tí, um tað gerst neyðugt, loyva sær at hava hall á fíggjarlógini næstu árini.
Arbeitt verður við at tillaga ALS skipanina, so lagt verður upp fyri einum møguligum hækkandi arbeiðsloysi. Ein av loysnunum er at hækka útgjaldið frá ALS úr 70 prosentum upp í 80 prosent.
Vinnumálaráðið er farið undir eina váðalýsing fyri allar geirar í føroyska vinnulívinum. Endamálið er at fáa eina greiða mynd av fíggjarligu støðuni í vinnuni, og um neyðugt seta í verk tiltøk.
Fíggjarkreppan hevur lært okkum, at fíggjarskipanin má tillagast broyttu umstøðurnar, og tørvurin á fíggjarligum skynsemi er galdandi meira nú enn nakrantíð.
Vit kenna enn ikki vavið av fíggjarkreppuni og allar avleiðingar kreppan fer at hava við sær. Búskaparliga gongdin broytist skjótt og tí er neyðugt at hava eitt vakið eyga við støðuni. Umráðandi er, at vit ikki fara í óðum verkum út í nakrar panikkloysnir ella skapa óneyðugan ótta í samfelagnum.
Fíggjarkreppan hevur rakt allan heimin. Men Føroyar er væl útbornar til at møta hesa kreppu.
Kaj Leo Johannesen
løgmaður