Tað er politiski myndugleikin, sum ger av, hvussu samfelagið verður latið upp aftur í stigum. Men landsstýrið ráðførir seg dagliga við fakfólk á ymsum økjum, eisini Epideminevndina, sum er ráðgevi í smittufakligum viðurskiftum.
Tað svarar løgmaður Ingilín Didriksen Strøm, løgtingsmanni, ið hevur spurt um, hvussu samfelagið verður latið upp aftur.
“Grundreglan í fyrsta upplatingarstiginum var, at vit skuldu hava størst møguligan samfelagsligan ágóða fyri minst møguligan vøkstur í smittubreiðingini,” svarar Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, millum annað.
Svar løgmans kann lesast her