07.05.2010 · Løgmansskrivstovan

Landsstýrið eigur at hyggja eftir vavinum og lønarlagnum í almennum nevndum

Landsstýrið eigur at hyggja eftir vavinum og lønarlagnum í almennum nevndum
Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, svaraði í dag skrivligum fyrispurningi frá Torbirni Jacobsen, løgtingsmanni, um lønarlagið á almennum ráðum, bólkum, nevndum og partafelagsnevndum.

Í hesum sambandi sigur løgmaður: “Vavið av almennun nevndum er stórt, og útreiðslurnar til nevndarsamsýningar eru lutfalsliga høgar. Landsstýrið hevur viðgjørt málið, og eg havi avgjørt at kanna hetta økið nærri. Tí arbeiðir Løgmansskrivstovan við at útvega fleiri upplýsingar og skipa tær á ein slíkan hátt, at politikarar og almenningurin lætt fáa innlit í hetta økið.
Tá ið sparast skal og rationaliseringar skulu fremjast, er rímiligt at hyggja at øllum almennum útreiðslum. Tí eigur tað eisini at verða at hugt eftir nevndunum, sum virka innan almenna geiran. Kannast skal, um tað millum allar almennu nevndirnar er talan um dupultfunktiónir, eitt nú hava Vágatunnilin og Norðoyatunnilin hvør sína nevnd.
Nevndarlimir skulu fáa eina hóskandi løn ella samsýning fyri sítt arbeiði. Landsstýrisfólkini hava tó eina ábyrgd áhaldandi at meta um, hvørt lønarlagið eigur at verða endurskoðað, og um nevndir eiga at niðurleggjast ella leggjast saman. Tryggjast skal eisini, at samsvar er millum samsýningarnar í teimum ymisku nevndunum."

 

Sambært yvirliti, sum Løgmansskrivstovan og Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum hava gjørt, vóru í 2009 á leið 190 nevndir og ráð innan almenna geiran, og á leið 15 mió. kr. vóru goldnar í nevndarlønum og samsýningum. Arbeiðið at fáa til vega yvirlit yvir almennar nevndir og samsýningar er umfatandi. Yvirlitið, sum Løgmansskrivstovan og Lønardeildin hava gjørt, byggir á tær upplýsingar, sum eru tøkar í løtuni, og tí skal yvirlitið takast við fyrivarni. Arbeitt verður víðari við at gera eitt fullfíggja yvirlit.

 

 Sí: Yvirlitið yvir almennar nevndir og ráð. (Yvirlitið er endurskoðað 11/5-2010)  

 

 

Svar

 

uppá

 

 

skrivligan fyrispurning nr. 56/2009 til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, um lønarlagið á almennum ráðum, bólkum, nevndum og partafelagsnevndum

 

Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. Hvørji og hvussu mong ráð, bólkar, nevndir og partafelagsnevndir (har landið eigur meira enn helmingin av partapeninginum) sita hjá og undir almenna geiranum?
2. Hvussu mangir eru hesir sessirnir, og hvussu mong eru tey, sum manna hesar sessir?
3. Hvør er almenni politikkurin samsýningum viðvíkjandi, táið tað snýr seg um at gjalda fyri arbeiði gjørt í ráðum, bólkum, nevndum og partafelagsnevndum ?
4. Hvussu stór var samlaða upphæddin hesum viðvíkjandi árini 2004-2009 (einsæris – og bæði árini íroknað)
5. Hvussu stórar vóru upphæddirnar í hvørjum ráði, bólki, nevnd og partafelagsnevnd sær, við navns nevnilsi, og hvussu var býtið ímillum nevndarformenn og vanligar nevndarlimir í t.d. partafeløgum, har landið eigur meira enn helmingin av partapeninginum – hetta yvirlitið skal eisini umfata árini 2004-2009, og nýggjar ásetingar í 2010, um tær finnast?

 

Svar:
Til sp. 1: Á leið 190 ráð, bólkar, nevndir og partafelagsnevndir sita hjá og undir almenna geiranum. Sí fylgiskjal ”yvirlit yvir nevndir og ráð”.
 

Til sp. 2: Á leið 580 nevndarsessir eru innan almenna geiran.
Viðmerking: Einki yvirlit er yvir øll nøvnini á teimum, sum manna allar nevndirnar. Av tí at nøkur hava fleiri nevndarsessir, er talið av nevndarlimum nakað lægri enn talið av nevndarsessum.
 

Til sp. 3: Útgangsstøðið fyri almenna politikkinum viðvíkjandi samsýningum í ráðum, bólkum og nevndum er ”Umfarsskriv um nevndarsamsýningar” frá 10. januar 1983. Í hesum rundskrivi er m.a ásett, at samsýningar til limir í nevndum og arbeiðsbólkum krevja landsstýrisins góðkenning. Tað er Lønardeildin, sum umsitur hetta økið.
Í samband við samsýningar viðv. almennum partafeløgum er at siga, at nevndirnar sjálvar áseta samsýningar og standa til svars mótvegis aðalfundinum.
 

Til sp. 4: Kostnaður fyri ráð, bólkar, nevndir og partafelagsnevndir í almenna geiranum:

 

Ár Upphædd
2004 5.252.724 kr
2005 4.318.710 kr
2006 4.957.588 kr
2007 7.370.532 kr
2008 5.718.206 kr
2009 15.275.466 kr
Tilsamans 42.893.226 kr
 

Viðm.: sambært tølum, sum eru tøk.
Sí ”yvirlit yvir nevndir og ráð”.
 

Til sp. 5: Sí fylgiskjal ”yvirlit yvir nevndir og ráð”.
 

Viðmerking til svarini:
Tað er stórarbeiði at finna allar samsýningarnar og gera eitt fullfíggjað yvirlit yvir nevndir og ráð. Fyrivarni má takast fyri møguligum skeivleikum og fyri, at onkur nevnd ella ráð eru burturgloymd.
Upplýsingarnar, sum eru at finna í hesum svari, eru tær upplýsingar, sum í løtuni eru tøkar.
Eg kann upplýsa, at Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum og Løgmansskrivstovan arbeiða saman við at gera eitt fullfíggjað yvirlit yvir nevndir, ráð og bólkar. Samsýningar í teimum ymisku nevndunum verða eisini partur av yvirlitinum.
Stjórnarráðini hava fráboðanarskyldu fyri Løgmansskrivstovuni viðvíkjandi nevndum og ráðum. Sí ”Rundskriv nr. 5 frá 6. desembur 2006 um fráboðanarskyldu viðvíkjandi nevndum og ráðum.”
Ásetingarnar í hesum rundskrivi verða í næstum fylgdar upp í størri mun. Ítøkiliga samstarvið millum Lønardeildina og Løgmanskrivstovuna er dømi um uppfylging á økinum.
 

 

Í Tinganesi, 4. mai 2010
 

 

Kaj Leo Holm Johannesen
løgmaður