Bárður á Steig Nielsen, løgmaður sigur:
“Hetta er ein syrgiligur dagur, og okkara tankar eru í hesum tímum við ukrainska fólkinum. Hetta er ikki bara eitt álop á Ukreina, men eitt álop á friðin í Evropa. Landsstýrið fordømir upp á tað harðasta álopið hjá Russlandi á Ukreina. Álopið er eitt greitt brot á altjóða lóg, sum skal borga fyri rættvísi, tryggleika og stabiliteti.
Føroyar eru partur av vesturheiminum og Føroyar fara at fylgja vesturheiminum við teimum tiltøkum ið verða sett í verk.”
Tíðindaskrivið kann eisini lesast á enskum á www.government.fo