Í samband við, at uppskot til játtanarkarmar fyri fíggjarlóg fyri 2012 er lagt fyri Løgtingið, eru ymisk viðurskifti førd fram, sum eg ikki kennist við. Neyðugt er tí at koma við nøkrum rættleiðingum.
Ongar nýggjar skattarokningar
Í játtanarkørmunum fyri 2012 verður eingin nýggj skattarokning send borgarunum. Tvørturímóti er ein skattalætti til barnafamiljurnar við í kørmunum, har barnafrádrátturin verður hækkaður við 1000 kr. fyri hvørt barnið.
Ført hevur verið fram, at í kørmunum eru útreiðslurnar vaksnar við 100 mió kr í rakstri, og at roknast kann við lønarvøkstri uppá 50 mió kr. Hesi tøl eru tikin úr leysum lofti. Verður hugt í uppskotið sæst, at útreiðslurnar vaksa við 1 prosenti í eini tíð, har prísvøksturin annars er umleið 2 prosent. Harumframt siga forsagnir, at búskaparvøksturin næsta ár verður um 3 prosent. Framskrivingar eru gjørdar fyri 88 mió. kr., og sparingar verða framdar fyri 42 mió kr. Hetta merkir, at útreiðslurnar vaksa við 46 mió. kr. og ikki 100 mió. kr.
Sagt verður eisini, at í kørmunum er ikki lagt upp fyri lønarvøkstri á almenna arbeiðsmarknaðinum. Tað er ikki rætt. Uppskotið leggur upp fyri møguligum lønarhækkingum, soleiðis at skilja, at um lønirnar hækka, verður ásetta inntøkumeting í uppskotinum eisini hækkað samsvarandi.
Neyðugt er við bæði sparingum og fleiri inntøkum
Sagt verður, at ætlanin er at leggja yvir 400 mió. kr. meira í skatti og avgjøldum á borgarar og vinnu næstu fýra árini. Hetta er púra burturvið. Tað var breið semja í Løgtinginum um at fáa hallið burtur í 2015, og hesa kós halda vit. Hetta má gerast bæði við sparingum og fleiri inntøkum. Hallið skal burtur, men tað ber ikki til bara at spara okkum burtur úr hallinum. Tí so køva vit vøksturin í samfelagnum og oyðileggja vælferðartænastur, sum aftur hevði merkt enn størri arbeiðsloysi og fráflyting. Tað sigur seg sjálvt, at verður vøksturin í samfelagnum køvdur, minka inntøkurnar í øllum samfelagnum.
Eg havi áður sagt, at eg framvegis eri sinnaður at hyggja eftir nýggjum uppskotum bæði viðvíkjandi sparingum og inntøkum fram til heystar, tá ið fíggjarlógin skal gerast.
Fiskivinnupolitikkurin skal endurskoðast
Samgongan hevur ásett í samgonguskjalinum, at fiskirættindini - ogn Føroya Fólks - skulu endurskoðast, og at vit skuldu arbeiða við einari nýggjari skipan, sum skal taka við í 2018, tá ið øll fiskiloyvi fella aftur til landið.
Sagt verður, at rokningar fyri 40 mió. kr. verða sendar til vinnuna. Landsstýrið er samt um at gera eina nýggja skipan við tilfeingisskatti, sum eisini skal loysa ivamálini og spurningin viðvíkjandi fiskiloyvunum aftaná 1. januar 2018. Ósemja hevur verið í samgonguni um inntøkumetingina av einari nýggja tilfeingisskattaskipan. Ósemjan snýr seg um, hvørt skipanin kemur at geva 25 mió. kr. ella 40 mió. kr. í inntøkum í 2012. Men talan er um eina inntøkumeting, sum sjálvsagt er tengd at, hvør skipan verður sett í verk, og vinnan verður sjálvandi tikin við í arbeiði at gera hesa skipan.
Gongdin er vend
Landskassin hevur hall. Hallið stavar m.a. frá búskaparligu afturgongdini, sum ikki bara hevur rakt Føroyar, men allan heimin í kjallavørinum av búskaparkreppuni. Høvuðsuppgávan hjá landsstýrinum og samgonguni var og er at føra samfelagið so snikkaleyst gjøgnum kreppuna sum gjørligt, samstundis sum vit fáa tamarhald á hallinum. Løgtingið samtykti einmælt játtanarkarmin fyri 2011, og breið semja er um yvirskipaðu fíggjarætlanina fyri komandi árini. Gongdin er vend og fleiri tekin eru um, at afturgongdin er steðgað, og at tað spakuliga gongur framá. Vit hava framt mong átøk, eisini rationaliseringar og sparingar, og í uppskotinum til fíggjarkarm hava vit hildið hesa kós.
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður