28.01.2010 · Løgmansskrivstovan

Landsstýrið hevur ikki kollektivta ábyrgd

Landsstýrið hevur ikki kollektivta ábyrgd

 

- Viðmerking til oddagreinina í Dimmalætting 28. januar.


Dimmalætting setir í oddagreinini í dag spurningin: Hvør hevur ábyrgdina av tí landsstýrisfólk gera: Landsstýrisfólkið ella landsstýrið? Svarið er: Tað einstaka landsstýrisfólkið! Men ein og hvør førdur politikkur krevur politiska undirtøku og samanhang. Tí er neyðugt at samskipa politiska arbeiðið hjá landsstýrinum.


Sambært Stýrisskipanarlógini býtir løgmaður ...málsøki landsstýrisins millum landsstýrismenninar. Teir sita fyri málsøkjum sínum hvør sær. Hetta merkir, at hvørt einstaka landsstýrisfólk hevur ábyrgd fyri sínum málsøki og ábyrgd av teimum avgerðum, sum landsstýrisfólkið tekur.


Sambært Stýrisskipanarlógini tilnevnir løgmaður landsstýrisfólk og hevur eftirlit við, at tey umsita síni málsøki á lógligan og fullgóðan hátt. Løgmaður samskipar arbeiðið hjá landsstýrinum og boðar í hesum sambandi regluligatil landsstýrisfundar, har mál hjá løgmanni og ymsu landsstýrisfólkunum verða viðgjørd. Endamálið við landsstýrisfundunum er at tryggja hóskandi kunning og viðgerð av týdningarmiklum málum fyri at fáa neyðuga politiska undirtøku.


Landsstýrið tekur í prinsippinum ikki felags avgerðir í einstøkum málum, men sameinar sjónarmið og viðger viðurskifti og mál, ið løgmaður og landsstýrisfólk hvør í sínum lagi taka avgerð í.


Fyri at tryggja eina munagóða viðgerð ásetur løgmaður reglugerðir fyri landsstýrisfundir, (Sí: Um at samskipa politisk mál). Reglugerðin varð seinast dagførd í januar, har ásett varð, at frameftir skulu bygnaðarbroytingar og flyting av stovnum, umframt setanir av nevndum, ráðum og stjórum fyri á landsstýrisfundi.

 

Kaj Leo Holm Johannesen
løgmaður