LØGTINGIÐ: Hesa tingsetuna hevur landsstýrið lagt í alt 81 uppskot fyri Løgtingið, nú freistin at lata Løgtinginum uppskot er farin.
Landsstýrið hevur í dag latið Løgtinginum í alt 13 uppskot, nú freistin at lata Løgtinginum uppskot er farin.
Uppskotini eru fjølbroytt og stava frá øllum stjórnarráðum.
Millum uppskotini, sum landsstýrið hevur latið Løgtinginum, eru:
- Uppskot til løgtingslóg um nýggjan Hvalbiartunnil við tilhoyrandi vegum
- Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan
- Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsutænastur til børn og ung
- Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin)
- Uppskot til løgtingslóg um landskassatrygd fyri Oyggjaleikir í Føroyum
- Uppskot til løgtingslóg um at umbyggja og útbyggja miðnámsskúlan á Kambsdali
” Uppskotini eru øll við til at flyta okkum fram á leið. Úr rúgvuni kann eg nevna Hvalbiartunnilin, ið leingi hevur kravt ábøtur. Tað er eisini eitt framstig, at fyritíðarpensjónistar skjótt verða javnstillaðir við fólkapensjónistar í mun til gjald og rættindi hjá Heilsutrygd. Eg eri eisini sannførdur um, at vit koma eitt týðandi fet nærri málinum um at fáa oyggjaleikirnar aftur til Føroya, nú skotið verður upp at veita eina landskassatrygd fyri leikunum,” sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Hesa tingsetuna hevur landsstýrið lagt í alt 81 uppskot fyri Løgtingið.
Seinasti framløgudagur í Løgtinginum er 7.mars 2018.
Sambært § 54 í tingskipanini skulu uppskot til løgtingslógir, ríkislógartilmæli og uppskot til samtyktar - fyri at verða viðgjørd - verða framløgd innan 8. mars, tvs. í seinasta lagi týsdagin 7. mars. Sambært § 38 í tingskipanini, skulu hesi uppskot vera formanninum í hendi í seinasta lagi 6. yrkadagin frammanundan.