28.02.2014 · Løgmansskrivstovan

Landsstýrið latið Løgtinginum 31 lógaruppskot

Landsstýrið latið Løgtinginum 31 lógaruppskot

Landsstýrið hevur seinnapartin latið Løgtinginum 31 lógaruppskot. Uppskotini verða løgd fram áðrenn framløgufreistina 8. mars 2014.

Lógaruppskotini eru fjølbroytt og koma frá øllum stjórnarráðunum.

Nógv umrødda uppskotið um broyting í løgtingslóg um samsýning landsstýrismanna er millum uppskotini, ið er latin Løgtinginum.

- Uppskotið hjá óhefta serfrøðingabólkinum, ið handaði løgmanni tilmælið um samsýningarnar hjá landsstýrisfólkum í fjør, er framlagt óbroytt. Nú verður tað upp til Løgtingið at gera av, um verandi skipan skal broytast ella ei, sigur løgmaður.

Millum onnur uppskot, ið Løgtingið í næstum skal taka støðu til, eru: løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu, uppskot til løgtingslóg um førleikameting og uppskot til løgtingslóg um Etiskt ráð.

Øll uppskotini kunnu lesast her