LØGTINGIÐ: Hesa tingsetuna hevur landsstýrið latið Løgtinginum á alt 98 uppskot, nú freistin at lata Løgtinginum uppskot er farin.
Landsstýrið hevur seinastu vikuna latið Løgtinginum í alt 42 uppskot, nú freistin at lata Løgtinginum uppskot er farin.
Uppskotini eru fjølbroytt og stava frá øllum stjórnarráðum.
Millum uppskotini, sum landsstýrið hevur latið Løgtinginum, eru:
- Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Leingjan av rættinum til barsilspening)
- Bústaðarætlanin hjá landsstýrinum (Fýra lógaruppskot)
- Uppskot til samtyktar um at seta í gildi fyri Føroyar fríhandilssáttmála millum Føroyar og Sameinda Kongsríkið Stórabretland og Norðurírland.
- Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti (Burturfall av familjuískoyti, hækkað familjuískoyti í serligum førum og familjuískoyti til kvinnur, sum uppihalda sær á kreppumiðstøð)
- Uppskot til løgtingslóg um studningslán til at byggja húsarhaldsskúla í Klaksvík
- Uppskot til løgtingslóg um veiðigjøld
- Uppskot til løgtingslóg um almannatrygd og vælferð (Vælferðarlógin)
- Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av margfeldinum í náttúruni
Hesa tingsetuna hevur landsstýrið lagt í alt 98 uppskot fyri Løgtingið. Talan er um løgtingslógir, ríkislógartilmæli og uppskot til samtyktar
Sambært § 54 í tingskipanini skulu uppskot til løgtingslógir, ríkislógartilmæli og uppskot til samtyktar - fyri at verða viðgjørd - verða framløgd innan 8. mars. Sambært § 38 í tingskipanini, skulu hesi uppskot vera formanninum í hendi í seinasta lagi 6. yrkadagin frammanundan.