08.12.2014 · Løgmansskrivstovan

Landsstýrið nýggja felags heimasíðu

Landsstýrið nýggja felags heimasíðu

Føroya landsstýri og landsfyrisitingin hava fingið nýggja felags heimasíðu, www.foroyalandsstyri.fo.

Stjórnarráðini fara nú frá hvør í sínum lagi at hava egnar heimasíður til eina felags heimasíðuskipan.

Endamálið við nýggju heimasíðuni er at geva borgarunum eina talgilda inngongd til landsfyrisitingina, at betra um kunningina og at styrkja felags samleikan hjá landsstýrinum. Við eini felags síðu, skipað eftir einum og sama leisti, verður tað lættari hjá borgaranum og fjølmiðlum at fáa kunning um virksemið og politikkin hjá landsstýrinum.

Felags heimasíðan kemur eisini at hava við sær minni umsiting og bíligari rakstrarkostna.

Stjórnarráðini koma tó frameftir at hava egnar undirsíður, og verandi økisnøvn hjá stjórnarráðunum eru framvegis virkin og vísa til nevndu undirsíður.

Landsstýrið kemur at hava felags síðu á enskum, og økisnavnið á síðuni er, www.government.fo.

Løgmansskrivstovan hevur staðið á odda fyri verkætlanini, í samstarvi við KT Landsins. Sansir hava ment og sniðgivið heimasíðuna.