Føroyar hava rikið ein virknan og miðvísan uttanríkispolitikk hetta samgonguskeiðið. Fleiri stórmál eru loyst við góðum hegni. Góðu úrslitunum rukku vit, tí tjóðin stóð saman. Tað segði løgmaður millum annað í framløgu síni í løgtinginum um uttanríkismál fyri løtu síðan.
- Handilsviðurskiftini við útheimin er eitt tað týdningarmesta uttanríkispolitiska økið í løtuni. Fríhandilssáttmálar við onnur lond skapa arbeiðspláss og vøkstur. Landsstýrið roynir støðugt at styrkja samskifti okkara við Russland, Kina, Brasil, Ukraina, Japan og Suðurkorea. Aðalmálið í ár er at fáa samráðingar í lag við fleiri av londunum, vísti Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, á.
Løgmaður heldur tað er neyðugt at seta føroyskan evropapolitikk aftur á breddan. Handilssáttmálin við ES frá 1997 er ikki longur tíðarhóskandi. Hann endurspeglar eitt tíðarskeið, tá ið føroyskir útflytarar fyrst og fremst útfluttu botnfisk til ES-marknaðin. Seinnu árini er útflutningurin broyttur grundleggjandi.
- Størsti partur av føroyska útflutninginum seinastu árini hevur verið uppsjóvarfiskur og alifiskur, og útflutningurin av botnfiski er nógv minkaður. Nýggja útflutningsmynstrið krevur ein dagførdan handilssáttmála við ES. Verandi karmar halda okkum føst í einum leikluti sum rávøruútflytari til ES-marknaðin. Tað kunnu vit ikki góðtaka. Vit eiga og mugu hava møguleikan fyri at virka og virðisøkja okkara fyrstafloks rávøru úr eitt nú uppsjóvarfiski og alifiski, segði løgmaður millum annað.
Mánadagin verður aðalorðaskiftið um uttanríkismál. Orðaskiftið byrjar kl. 13.30.