Landsstýrið hevur í dag havt evnisdag um heildarætlanina um fólkaflyting og fólkavøkstur, sum ein arbeiðsbólkur handaði landsstýrinum í apríl.
Stórur partur av átøkunum í heildarætlanini verða fyrireika ella eru farin í gongd. Á evnisdegnum viðgjørdi landsstýrið tilmælini um útbúgving, skattaviðurskifti og útlendingaøkið.
Næsta stig í viðgerðini av tilmælunum innan útbúgvingarøkið verður at hyggja eftir hvussu fleiri lærlingapláss kunnu fáast til vega, bæði í tí almenna og hjá tí privata. Harafturat fer landsstýrið at samskifta við vinnuna um, hvussu fleiri hægri útbúgvingar verða mentar, sum í størri mun nøkta tørvin hjá vinnulívinum og birta til nýskapan.
Landsstýrið er samt um, at høgi lønarskatturin er ein avbjóðing fyri føroyska samfelagið. Fíggjamálaráðið er farið undir greina hvørjir møguleikar eru fyri at lætta um trýstið á inntøkuskattin.
Landsstýrið er eisini farið at hyggja eftir markinum fyri arbeiðsmegi úr ES, og útlendingalógini fyri at taka burtur forðingar fyri, at føroyingar við útlendskum maka kunnu flyta heim.