02.05.2016 · Løgmansskrivstovan

Landsstýrið stuðlar málinum um sjálvstøðugan limaskap í IOC

Landsstýrið stuðlar málinum um sjálvstøðugan limaskap í IOC

Landsstýrið fer áhaldandi at lata sín fulla stuðul til ÍSF í sínari stremban at røkka málinum um sjálvstøðugan limaskap í Altjóða Olympisku Nevndini. Talan er kortini um eitt sera trupult mál. Tað svarar løgmaður millum annað í § 52a fyrispurningi frá Anniku Olsen, løgtingslimi, um føroyskan OL-limaskap.

-Tað er eitt bragd, at Føroyar aftur hesaferð verða umboðaðar í OL. Tað er sjálvandi harmiligt, at okkara ítróttafólk framvegis ikki kunnu luttaka undir føroyskum flaggi. Samgongan hevur sett sær fyri í samgonguskjalinum at vinna Føroyum sjálvstøðugan limaskap í Altjóða Olympisku Nevndini. Vit mugu kortini ásanna, at talan er um eitt sera trupult mál, ið Ítróttarsamband Føroya varðar av, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Lesið svar løgmans her