Landsstýrið hevur í fleiri umførum sett fram ynski á fundum við danskar myndugleikar um at taka lut á viðkomandi NATO fundum, tá ið mál og viðurskifti, sum eru viðkomandi fyri Føroyar, eru á skrá. Tað svarar løgmaður millum annað í einum 52a fyrispurningi frá Jenisi av Rana, løgtingsmanni hjá Miðflokkkinum.
- Í samsvari við, at NATO í størri mun enn fyrr hevur strategiskt fokus á Norðurhøv, hevur tað týdning, at Føroyar taka virknan lut í teimum tilgongdum, ætlanum og avgerðum, sum kunnu ávirka trygdar- og verjupolitisku gongdina um okkara leiðir. Vónandi bera ætlanirnar hjá landsstýrinum á mál innan ikki alt ov rúma tíð, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Sí svar løgmans her