10.03.2014 · Løgmansskrivstovan

Landsstýrisfólk fáa verri sømdir

Landsstýrisfólk fáa verri sømdir

Verður uppskotið um samsýning og eftirløn landsstýrismanna samtykt í Løgtinginum, fáa landsstýrisfólk verri sømdir eftir komandi val. Verða eftirlønarviðurskiftini broytt, ótíðarhóskandi skattafríu ágóðarnar tiknar av, og ruddað verður upp í fráfaringarlønunum, er talan í veruleikanum um eina stóra sparing.


Fjølmiðlar tykjast kortini hava størri áhuga í at petta uppskotið hjá óheftu nevndini sundur fyri at finna eina rámandi yvirskrift. Viðgerðin gerst villleiðandi, tí uppskotið er ein heild og má viðgerast sum ein heild. Tað nyttar ikki bara at greiða frá, hvat løgmaður og landsstýrisfólk fáa. Tað er sanniliga eisini neyðugt at upplýsa, hvat tey missa við uppskotinum.


Uppskotið, sum óhefta nevndin hevur orðað, leggur upp til, at løgmaður og landsstýrisfólk fáa hægri løn, men uppskotið strikar eisini gyltu eftirlønarskipanina, ótíðarhóskandi skattafría borðfæið og kostnaðarendurgjaldið. Hetta fer í krónum og oyrum at merkja ein munandi niðurskurð hjá landsstýrisfólkum. Samstundis sparir tað almenna pening.

Løgmaður og landsstýrisfólk hava í dag eina sera góða eftirlønarskipan. Eftir átta ár í embætinum sum løgmaður ella landsstýrismaður, hevur tú rætt til fulla eftirløn. Hetta kann ikki vera rætt. Vanlig starvsfólk mugu arbeiða alt lívið fyri at fáa fulla eftirløn. Tí eigur henda skipan at verða broytt. Verður uppskotið um samsýning og eftirløn landsstýrismanna samtykt, fáa bæði løgmaður og landsstýrisfólk 15% av lønini í eftirløn á sama hátt sum onnur í vanligum starvi hjá tí almenna. Hetta er rættvísari skipan, og eigur ongantíð ov skjótt at verða broytt.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur ikki gjørt sítt egna uppskot um lønirnar hjá landsstýrinum. Hann hevur brúkt tilmælið hjá nevndini, sum løgmaður setti í 2012 at gera uppskot um lønir og samsýningar hjá landsstýrisfólkum. Óhefta nevndin varð í sínari tíð sett av einari dómaratilnevningarnevnd. 


Fríggjadagin varð uppskotið um samsýning og eftirløn landsstýrismanna lagt fram í Løgtinginum. Tað verður nú upp til Løgtingið at gera av, um vit eftir komandi val, skulu fáa eina meira tíðarhóskandi og rættvísari skipan.