08.08.2011 · Løgmansskrivstovan

Landsstýrisfundur 25. juli 2011

Landsstýrisfundur 25. juli 2011

Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:

Upprit og uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “lov om klage- og erstatningsadgang inden for sundhedsvæsenet” (Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum)

Uppskot um nýggjan kommunubygnað (Landsstýriskvinnan í menta- og kommunumálum)

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

Uppskot til løgtingslóg um tøkniliga umlegging av skattaskipanini (Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

Uppskot til løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (kapitalvinningsskattalógin) (Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

Upprit og uppskot um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap (Landsstýrismaðurin í vinnu- og fiskivinnumálum)

Upprit og uppskot til løgtingslóg um brúkaravernd í sambandi við at keypa og selja fastogn o.a. (Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum)

Upprit og uppskot til løgtingslóg um at byggja bygningar o.a. (Byggilógin) (Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum)

Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg (avtøka av egingjaldi fyri hoyritól v.m.) (Landsstýriskvinnan í almannamálum)

Upprit um at leggja barnaverndarlógina fram til aðalorðaskifti í Løgtinginum (Landsstýriskvinnan í almannamálum)

Tíðarætlan fyri fíggjarlógararbeiðið 2012 (Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

Uppskot til kunngerð um lógarbundna játtan og stuðulsjáttan (Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast við at venda sær til avvarðandi landsstýrismann ella løgmann