29.06.2009 · Løgmansskrivstovan

Landsstýrisfundur 25. juni

Á landsstýrisfundi í hósdagin 25. juni vóru m.a. hesi evni fyri:

 
 
Frágreiðing og kunngerð um mista arbeiðsinntøku sambært forsorgarlógini  
(landsstýriskvinnan í almannamálum)
 
Upprit og kunngerðir um at seta í gildi kunngerðir um stuðul til heilivág v.m. eftir forsorgarlógini og eftir almannapensjónslógin
(landsstýriskvinnan í almannamálum)
 
Frágreiðing og uppskot til kunngerð um reglur fyri Fiskivinnuráðið
(landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
 
Frágreiðing og uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um trolveiðu innan fyri 12 fjórðingar
(landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
 
Uppskot um at loysa átrokandi tørvin at gera neyðugar ábøtur á ferðsluna við ferðaskipum til Nólsoy og til Svínoyar/Fugloyar
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)
 
 
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá løgmanni ella avvarðandi landsstýrisfólki