03.02.2014 · Løgmansskrivstovan

Landsstýrisfundur 3. februar 2014

Landsstýrisfundur 3. februar 2014
 
Á landsstýrisfundi mánadagin 3. februar vóru hesi mál fyri:
 
Uppskot til løgtingslóg um at stovna partafelag og at byggja og reka undirsjóvartunlar millum Streymoy og Eysturoy og millum Streymoy og Sandoy við tilhoyrandi skjølum
(Landsstýrismaðurin í figgjarmálum)
 
Upprit um at dagføra løgtingslóg um ítróttarvedding
(Løgmaður)
 
Upprit og uppskot um kunngerð at flyta umsitingina av navnamálum til Umhvørvisstovuna
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
 
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast frá avvarðandi landsstýrismanni ella løgmanni