23.10.2009 · Løgmansskrivstovan

Landsstýrisfundur fríggjadagur 23. oktobur 2009

Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:

 
Ólavsøkupakkin/fíggjarlógin 2010
(løgmaður)
 
Uppskot til løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
(landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
 
Uppskot til løgtingslóg um havnagjøld v.m.
(landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
 
Uppskot til løgtingslóg almenna forsorg
(landsstýriskvinnan í almannamálum)
 
Uppskot til løgtingslóg um umsiting av ogn hjá ómyndugum og persónum undir verju o.a.
(landsstýrismaðurin í innlendismálum)
 
Uppskot til løgtingslóg um elektroniskar rokningar
(landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
 
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar
(landsstýriskvinnann í mentarmálum)
 
Uppskot til løgtingslóg um at byggja ítróttarhøll í Sandoynni
(landsstýriskvinnann í mentarmálum)
 
Uppskot til løgtingslóg um studningslán til ítróttar- og mentanarverkløg
(landsstýriskvinnann í mentarmálum)
 
Uppskot til løgtingslóg um almenna heilsutrygd
(landsstýrismaðurin í heilsumálum)
 
Uppskot til samtyktar um Antifouling sáttmálan
(landsstýrismaðurin í uttanríkismálum)
 
Upprit um at leingja norðurlendska sáttmálan um atgongd innan hægri útbúgving
(landsstýriskvinnan í mentamálum)
 
Upprit um støðutakan til nýggjan altjóða stovn fyri samstarv um menning av varandi orku –“International Renewable Energy Agency” (IRENA)
(landsstýrismaðurin í uttanríkismálum)
 
Ískoyti um at lógina um ES-arbeiðsmegi kann setast úr gildi, tá arbeiðsloysi hevur verið meira enn 3,5% í minsta lagi í 3 fylgjandi mánaðar
(landsstýriskvinnan í innlendismálum)
 
Uppskot til kunngerð um at broyta kunngerð um at leggja kærumyndugleikan eftir ymsum løgtingslógum til Vinnukærunevndina
(løgmaður legði fram vegna landsstýrismannin í vinnumálum)
 
Upprit og uppskot til kunngerð útbúgving av fólkaskúlalærarum og námsfrøðingum
(landsstýriskvinnan í mentamálum)
 
Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum sjúkum
(landsstýrismaðurin í heilsumálum)
 
 
Upplýsingar um málini omanfyri kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni.