27.11.2008 · Løgmansskrivstovan

Landsstýrisfundur hósdagin 27. november

Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi evni fyri:

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
(Landsstýriskvinnan í almannamálum)

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til umsorgararbeiði
(Landsstýriskvinnan í almannamálum)

Løgtingslóg um at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið
(Landsstýrismaðurin í heilsumálum)

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útreiðslur sjúkrakassanna til heilivág og afturbering landskassans
(Landsstýrismaðurin í heilsumálum)

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
(Landsstýriskvinnan í almannamálum)


Lógirnar eru partur av einum fylgilógarpakka til fíggjarlógina fyri 2009.

Kaj Leo Johannesen løgmaður sigur: ”Seinastu árini eru útreiðslurnar á fíggjarlógini vaksnar ov nógv í munn til inntøkurnar. Um vit skulu tryggja góðar vælferðartænastur og tær neyðugu útbyggingarnar av okkara samfelag, má útreiðsluvøksturin tálmast og neyðugar vakstrarstrategiir gerast fyri øll øki í landinum.

Fylgilógarpakkin er partur av heildarætlan fyri fíggjarlógina, ið skulu fáa til vega inntøkurnar og fremja tær neyðugar sparingar. Við hesum smáu tillagingum fáa vit eina ráðiliga fíggjarlóg fyri 2009 og leggja lunnar undir ein ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk.


Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá løgmanni ella avvarðandi landsstýrisfólki.