09.02.2009 · Løgmansskrivstovan

Landsstýrisfundur mánadagin 09. februar

Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi evni fyri:

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

Løgtingslóg um broyting í partafelagslógini
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

Løgtingslóg um góðkendar grannskoðarar og grannskoðaravirkir (grannskoðaralóg)
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

Løgtingslóg um at broyta ymsar vinnufelagalógir (Fylgibroytingar til grannskoðaralógina)
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

Løgtingslóg um elektroniska undirskrift
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

Løgtingslóg um at broyta ársroknskaparlógina
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

Løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin)
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

Løgtingslóg um P/F Fiskaaling og um at hækka partapeningin í felagnum
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

Løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)


Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá løgmanni ella avvarðandi landsstýrisfólki