Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi evni fyri:
Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “lov om tvang i psykiatien”
(Landsstýrismaðurin í heilsumálum)
Uppskot til løgtingslóg um aling av fiski v.m.
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studningslán til ellis- og røktarheim og eldrasambýli
(Landsstýriskvinnan í almannamálum)
Uppskot til løgtingslóg um eldsbruna o.a.
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
Upprit um at gera broytingar í løgtingslóg um skúlatilboð til ung við breki
(Landsstýriskvinnan í mentamálum)
Upprit um lántøku til endurfígging av brævláni 24.11.2008
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
Upprit um at gera broytingar í løgtingsvallógini
(Landsstýriskvinnan í innlendismálum)
Upprit um at avtaka ella endurskoða Føroyska Happadráttin
(Landsstýriskvinnan í innlendismálum)
Kunngerð um roknskaparverk o. tíl.
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
Kunngerð um skilamarking av hugtakinum sbrt. Marknarføringslógini
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Kunngerð um at avgerðir kunnu kærast til Vinnukærunevndina
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Kaj Leo Johannesen løgmaður sigur: ”Á fundinum umrøddu vit eisini úttalilsið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum um fiskivinnupolitikkin hjá samgonguni. Landsstýrismaðurin og landsstýrið eru samd um, at úttalilsi er óheppið, tí tað kundi elva til misskiljingar. Landsstýrið hevur eina felags fatan av, at felags stev er neyðugt.”
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá løgmanni ella avvarðandi landsstýrisfólki