14.01.2013 · Løgmansskrivstovan

Landsstýrisfundur mánadagin 14. januar 2013

Landsstýrisfundur mánadagin 14. januar 2013
Á landsstýrisfundi vóru hesi mál fyri: 
 
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðagjald(lækking av ferðaavgjaldinum)
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
 
Uppskot til løgtingslóg um tøkniliga umlegging av skattaskipani
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
 
Uppskot til løgtingslóg um mvg-lógina
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
 
Upprit um at broyta lógargrundarlagið undir Búnaðargrunninum og virki hansara
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
 
Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um bunkring flutning av olju o.a.
(Landsstýrismaðurin í innlendismálum)
 
Upprit og uppskot um at seta úr gildi kunngerð bekendtgørelse nr. 431 fra 19. juni 1989 om færøske skibes forsyning med lægemidler m.v.
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)
 
Upprit og uppskot um at lýsa hesar kunngerðirnar til gymnasialu útbúgvingarnar:
(Landsstýrismaðurin í mentamálum)
•           Kunngerð um gymnasialar útbúgvingar Undirvísingarkunngerðin
•           Kunngerð um próvtøkur í miðnámsskúlum
•           Kunngerð um læruráð, samstarvsnevnd, næmingaráð
•           Kunngerð um lestrar og skilhaldsreglur í gymnasialu miðnámsútbúgvingum
•           Kunngerð um próvtalsstiga og døming
•           Kunngerð um upptøku í gymnasialu miðnámsútbúgving
 
Upprit um játtanarkarmar 2014 - 2018
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
 
 
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast frá avvarðandi landsstýrismanni ella løgmanni