Á landsstýrisfundi í dag vóru hesi máli fyri
Uppskot til ríkislógartilmæli um at dagføra passlógina
(Løgmaður)
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (flytan av kærumyndugleika í avgerðum um val av fosturforeldrum
(Landsstýriskvinnan í almannamálum)
Upprit og uppskot um at seta í gildi løgtingslóg um stuðul til tíðindamiðlar (Miðlastuðulslógin)
(Landsstýriskvinnan í mentamálum)
Upprit og uppskot um at gera broytingar í løgtingslóg um serskúla
(Landsstýriskvinnan í mentamálum)
Upprit um at biðja um eykajáttan til Akstovuna við eykajáttanarlóg í mars 2016
(Landsstýrismaðurin í samferðslumálum)
Upprit tilmæli um at seta í gildi arktiskan sáttmála um tilbúgving í samband við oljudálking
(Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálaráðnum)
Upprit um at loyva útlendskum peningastovnum at virka í Føroyum
(Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum)
Upprit og uppskot til kunngerð um eyðmerking og fráboðan av fíggjarkontum við tilknýti til útheimin
(Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum)
Upprit og uppskot til kunngerð um meirvirðisgjald av byggikostnaði av leigubústøðum
(Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum)
Upplýsingar um omanfyrinevndu mál fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni