17.09.2012 · Løgmansskrivstovan

Landsstýrisfundur mánadagin 17. september 2012

 
Á landsstýrisfundi vóru hesi mál fyri: 
 
 
Upprit og uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tryggingarvirksemi
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)
 
Upprit um at fáa undirtøku fyri at javnstilla brúkaragjaldið fyri stovnspláss og samsýning til fosturfamilju
(Landsstýriskvinnan í almannamálum)
 
Upprit og uppskot til kunngerð um serflutning
(Landsstýrismaðurin í innlendismálum)
 
Upprit og uppskot til kunngerð um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum (dimensiónskunngerðin)
(Landsstýrismaðurin í innlendismálum)
 
Upprit og uppskot til kunngerð um grannskoðanarbólk
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum) 
 
 
 
 
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast frá avvarðandi landsstýrismanni ella løgmanni