Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:
Upprit um fólkaatkvøðu um kommunusamalegging
(Landsstýrismaðurin í innlendismálum)
Upprit um at savna alla byggifyrisiting á Landsverki,og at flyta íløgujáttanir til bygningar og annað, á eina serstaka grein á fíggjarlógina
(Landsstýrismaðurin í innlendismálum)
Upprit og uppskot um kunngerð um frekvens- og avgreiðslugjald á radiosamskiftisøkinum
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Upprit og uppskot til kunngerð um broyting um umsiting og virksemi hjá Vinnuframagrunninum
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Upprit og uppskot um kunngerð umbroyting í kunngerð um ALS-gjald
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Upprit og uppskot um at broyta kunngerð um stuðul til flutning av fiski
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
Upprit og uppskot um at broyta kunngerð um veiðu eftir makreli við fiskiførum umdir føroyskum flaggi í 2011
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
Upprit og uppskot um at seta úr gildi kunngerð um forboð móti fiskiveiðu á Flemich Cap
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast við at venda sær til avvarðandi landsstýrismann ella løgmann