02.02.2009 · Løgmansskrivstovan

Landsstýrisfundur mánadagin 2. februar

Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi evni fyri:

Løgtingslóg um bygging av økisdepli í Vági til sinnisveik
(Landsstýriskvinnan í almannamálum)

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lán til bygging av ellis- og røktarheimi í Vági
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

Løgtingslóg um studningslán til ellis- og røktarheim og eldrasambýli
(Landsstýriskvinnan í almannamálum)

Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar verjumálslógina og fylgibroytingar
(Landsstýriskvinnan í innlendismálum)

Um at leggja fyri løgtingið ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Lov om behandling af Personoplysninger
(Landsstýriskvinnan í innlendismálum)

Um játtanarlóg
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

Um at dagføra kunngerð um val av limum í kommunalu skattakærunevndirnar
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

Um at umskipa Búskaparráðið og leggja skrivara uppgávurnar til Landsbankan
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

Kunngerð um rentustuðul til persón, ið hevur rætt til endurgjald á annan hátt fyri rentuútreiðslur
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

Kunngerð um upphædd til uppihald í samband við arbeiði skipað gjøgnum Nordjobb
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

Kunngerð um mikrobiologisk markvirði fyri matvørur
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

Kunngerð um heilsufrøðiligar treytir fyri fiskiskapi, viðgerð, tilvirking og sølu av livandi tviskeljaðum lindýrum
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

Kunngerð um at seta í gildi kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum
(Landsstýrismaðurin í heilsumálum)

Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá løgmanni ella avvarðandi landsstýrisfólki