28.01.2013 · Løgmansskrivstovan

Landsstýrisfundur mánadagin 28. januar 2013

Landsstýrisfundur mánadagin 28. januar 2013
 
Á landsstýrisfundi vóru hesi mál fyri:
 
Upprit og uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um verju av havumhvørvinum (krøv um barlastvatn)
(Landsstýrismaðurin í innlendismálum)
 
Upprit og uppskot til løgtingslóg um embæti og størv í fólkakirkjuni
(Landsstýrismaðurin í mentamálum)
 
Upprit um at broyta fiskivinnulóggávuna - útvald evni
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
 
Upprit og frágreiðing um koyritekniska breyt
(Landsstýrismaðurin í innlendismálum)
 
Upprit og uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um gjøld innan eldrarøktina
(Landsstýriskvinnan í almannamálum)
 
 
 
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast frá avvarðandi landsstýrismanni ella løgmanni