03.11.2008 · Løgmansskrivstovan

Landsstýrisfundur mánadagin 3. november

Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi evni fyri:

 

Løgtingslóg um at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið
(Landsstýrismaðurin í heilsumálum)

 

Kaj Leo Johannesen løgmaður sigur: ”Partar av Landssjúkahúsinum er niðurslitnir og umstøðurnar eru ikki nøktandi. Í einum nútímans heilsuverki eiga sjúklingar ikki at liggja í gjóstri frá ótøttum vindeygum ella noyðast at duka á radiatorar fyri at fáa fatur á starvsfólkum. Landssjúkahúsið er kjarnin í okkara heilsuverkið og má hava høga raðfesting. Landsstýrið er tí samt um fáa til vega fígging at gera tær neyðugu umvælingarnar og útbyggingarnar.


Um at verja ozonlagið
(Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum)

 

Kunngerðir 3 um gjøld til Skráseting Føroya fyri skráseting o.a. av smápartafeløgum, vinnurekandi grunnum og ávísum vinnurekandi fyritøkum
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)
 

 

Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá løgmanni ella avvarðandi landsstýrisfólki