08.12.2008 · Løgmansskrivstovan

Landsstýrisfundur mánadagin 8. desember

Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi evni fyri:

Limaskapur í WTO
(Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum)

Endurskoðan av føroysku sosiallóggávuni (forsorgarlógina)
(Landsstýriskvinnan í almannamálum)

Kunngerð um broyting í kunngerð um studentaskúlar og stakgreinalestur á studentaskúlastigi (Studentaskúlakunngerðin)
(Landsstýriskvinnan í mentamálum)

Rundskriv um barnakonur, sum arbeiða í skiftandi vaktum
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

Rundskriv um eftirlønargjald, tá ið fólk starvast eftir 67 ára aldur
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

Rundskriv um gávur til starvsfólk á serligum starvsdegi
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)


 

Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá løgmanni ella avvarðandi landsstýrisfólki