Á landsstýrisfundi í gjár vóru m.a. hesi mál fyri:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
Upprit og uppskot um at broyta løgtingslógir á sjóvinnuøkinum – dagføring samavarandi ILO-sáttmálanum
frá 2006 um starvsvirðurskifti hjá sjófólki
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Upprit og uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um skeinkingarloyvi
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Upprit og uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um brygging og útflýggjan av
sterkum øli
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Upprit og uppskot um kunngerð um broyting í kunngerð um fráboðan av arbeiðsskaðum, herundir vinnusjúkum
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Upprit og uppskot til kunngerð um avreiðing av livur og teytir fyri tillutan av eyka fiskidøgum
(landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
Upprit og uppskot til kunngerð um avhending av fiskidøgum
(landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
Upprit og uppskot um kunngerð um umbýti av fiskidøgum millum innaru og ytru fiskidagaleiðirnar
(landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
Fleiri upplýsingar um málini omanfyri kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni.