20.01.2014 · Løgmansskrivstovan

Landsstýrisfundur mánadagur 20. jan 2014

Landsstýrisfundur mánadagur 20. jan 2014
 
Á landsstýrisfundi mánadagin 20. jan. vóru hesi mál fyri:
 
Upprit um tilnevning av limi í norðurlendska Marknaforðingarráðið
(Løgmaður)
 
Upprit og uppskot til broyting í løgtingslóg um barsilsskipan
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)
 
Upprit og uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skráseting av skipum
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)
 
Upprit viðvíkjandi broyting í løgtingslóg um apoteksverkið (avtøka av Apoteksgrunninum)
(Landsstýrismaðurin í heilsumálum)
 
Fyribils uppskot til Havrannsóknarskip
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
 
Upprit um førleikakrøv til íløguráðgevar
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
 
Upprit um at váðamerkja íløgur
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
 
Upprit og uppskot til broyting í kunngerð um at broyta innlatingarkunngerðina eftir ársroknskaparlógini
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)
 
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast frá avvarðandi landsstýrismanni ella løgmanni