07.06.2010 · Løgmansskrivstovan

Landsstýrisfundur mánadagur 7. juni 2010

Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a.hesi mál fyri:
 
 
Frágreiðing um áseting av makrelkvotum
(landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
 
Upprit og uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um Føroyska Altjóða Skipaskrá
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)
 
Upprit og uppskot til kunngerð um gjald fyri skráseting v.m. í Føroysku Altjóða Skipaskrá
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)
 
Upprit um at fara í holt við at fremja FarGen-verkætlanina - Íløgur í ílegur
(landsstýrismaðurin í heilsumálum)

Upplýsingar um hesi mál kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni.