11.08.2009 · Løgmansskrivstovan

Landsstýrisfundur týsdagur 11. august 2009

Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:

 
Upprit og uppskot til løgtingslóg um matvørur v.m.
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)
 
Upprit um at flyta alla eftirútbúgving út á Fróðskaparsetrið/Læraraskúlan, og at savna virksemi hjá KT-deplinum, Landsmiðstøðini og Skúlabókagrunninum í ein stovn
(landsstýriskvinnan í mentamálum)
 
Upprit um uppskot til skipan og tilgongd til at kanna føroyingar fyri CTD
(landsstýrismaðurin í heilsumálum)
 
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast við at venda sær til løgmann ella avvarðandi landsstýrisfólk