Mikudagin kemur danski forsætismálaráðharrin á almenna vitjan saman við konuni, Sólrun Løkke Rasmussen. Almenna vitjanin varar til fríggjadagin.
Lars Løkke Rasmussen kemur til Føroyar á middegi mikudagin. Seinni sama dag skal hann m.a. hava fund við løgtingslimirnar, har kjakast verður um aktuell evni o.a. Um kvøldið verður útferð á skránni.
Hósdagin fer forsætismálaráðharrin við fylgi at vitja Bakkafrost á Glyvrum, møtast og kjakast við næmingarnar í Handilsskúlanum og Studentaskúlanum á Kambsdali, vitja Havsbrún í Fuglafirði og á Jarðfeingi verður kunnað um oljuleiting við Føroyar. Um kvøldið er løgmaður vertur við døgurða.
Fríggjadagin skal Lars Løkke Rasmussen fundast við løgmann, landsstýrið, og tíðindafundur verður fyri middag. Forsætismálaráðharrin er vertur við einum døgurðabita á middegi. Eftir hetta endar almenna vitjanin.