Landamørkini verða latin upp, so skjótt tað er ráðiligt, og hetta er eitt mál, sum verður viðgjørt í løtuni. Tað gjørdi løgmaður millum annað greitt í svari til Bjørt Samuelsen, tingkvinnu fyri Tjóðveldi, sum í munnligum fyrispurningi spurdi løgmann um upplatingina av føroysku landamørkum.
Tað eru danskir myndugleikar, sum eftir ræðislógini umsita útlendingaøkið og marknaeftirlitið í ríkisfelagsskapinum. Men ein upplating av landamørkum verður gjørd í tøttum samráði við føroyskar myndugleikar, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Landsstýrið samskiftir javnan við donsku myndugleikarnar um støðuna viðvíkjandi Koronasmittuni. Í gjár var løgmaður millum annað á videofundi við danska forsætisráðharran, Mette Frederiksen.
Her varð málið um upplating av landamørkunum millum annað umrøtt. Eisini greiddi løgmaður frá, at møguleikin at lata upp fyri ferðandi millum Føroyar og Ísland varð viðgjørdur, nú smittutrýstið í Íslandi er sera lágt.
Hetta er eitt mál, sum verður viðgjørt í løtuni, og landamørkini verða latin upp, so skjótt tað er heilsuliga ráðiligt, segði løgmaður.
”Eg ætli mær so ikki, at lata Føroyar vera stongdar fyri umheiminum ein dag longur, enn ráðiligt er”.