Petur Alberg Lamhauge, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum, fer úr starvi sum aðalstjóri hin 1. mai 2011. Hann fer framhaldandi at starvast í landsfyrisitingini sum ráðgevi, har hann fyrstu tíðina fer at arbeiða við at seta í verk nýggju játtanarskipanina.
Petur Alberg hevur verið stjóri í almennu fyrisitingini síðan 1985. Síðan 1997 hevur hann verið aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum.
Løgmaður hevur avgjørt at seta Atla Suna Leo í fyribilsstarv sum aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum frá 1. mai 2011 at rokna. Løgmaður fer ikki at lýsa aðalstjórastarvið leyst nú, tí hann er farin undir eina tilgongd at minka um talið av stjórnarráðum.
Atli er útbúgvin búskaparfrøðingur og er ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum. Hann hevur starvast í Fíggjarmálaráðnum síðani 1997.
Løgmansskrivstovan, tann 17. mars 2011.