12.09.2024 · Løgmansskrivstovan

Leyst starv: Aðalstjóri til Heilsumálaráðið

Leyst starv: Aðalstjóri til Heilsumálaráðið

Vit leita einum dugnaligum og framskygdum aðalstjóra til Heilsumálaráðið.

Talan er um eitt spennandi starv í einum fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi. Aðalstjórin er fremsti fakligi og politiski ráðgevi hjá landsstýrisfólkinum, og hevur somuleiðis ovastu ábyrgd av dagligari leiðslu, menning og rakstri í sínum stjórnarráði.

Freistin at søkja starvið er sunnudagin 6. oktober. 

Les meira her.