10.08.2010 · Løgmansskrivstovan

Livar Nysted hittir løgman

Livar Nysted hittir løgman

Livar Nysted hevur í dag saman við familju sínari verið í Tinganesi og heilsa upp á løgmann.
 

Løgmaður hevði boðið Livar til ein kaffimun fyri at heiðra hann og geva honum eina gávu. Løgmaður fegnaðist um tað stóra bragdið, sum hann hevur framt við at rógva um Atlantshav. Løgmaður vísti í hesum sambandi á tann týdning, sum slíkt hevur fyri Føroyar, bæði her heima og ikki minst alla positivu umrøðuna í fjølmiðlunum uttanlanda.