26.08.2014 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður 50 ár

Í dag fyllur løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen 50 ár. Hann er føddur 28. august 1964 í Tórshavn. Foreldrini eru Leo Hans Johannesen (deyður 1991) og Karin Holm Johannesen, bæði ættað úr Mykinesi. Hann er giftur við Jórun fødd Bærentsen, dóttir Jonnu og Ebba Bærentsen. Tey eiga synirnar Heina, Jákup og Jónas. 

Eftir loknan fólkaskúla fór Kaj Leo Holm Johannesen til skips, 14 ára gamal. Í 1986 tók hann prógv sum skipsførari á Føroya Sjómansskúla. Hann hevur bæði verið við fiski og farmaskipi, umframt starvast sum bilsølumaður.
Í 1989 kom hann í starv hjá Føroya Fiskasølu og frá 1995 til 1997 starvaðist hann á Kósini. Síðani 1997 hevur hann verið sjálvstøðugur vinnurekandi.

Kaj Leo Holm Johannesen hevur verið virkin innan ítrótt síðan barnsbeini, fyrst og fremst sum málmaður í fótbólti. Árini 1984 til 2000 vardi hann málið hjá besta liði hjá Havnar Bóltfelag, og eigur meti fyri flestu dystir fyri HB. Frá 1988 til 1994 var hann knýttur at landsliðshópinum í fótbólti, har hann fekk sjey dystir, umframt 18 dystir sum eykamálmaður.

Kaj Leo Holm Johannesen limaði seg inn í Sambandsflokkin í 1988. Hann stillaði upp til løgtingsvalið fyrstu ferð í 1994 og sat sama árið eitt skifti á tingi sum eykamaður. Frá 1996 til 2000 sat hann í Tórshavnar býráð. Hann var á fyrsta sinni valdur inn á Løgting í 2002 og hevur verið afturvaldur síðani.

Síðani 2004 hevur Kaj Leo Holm Johannesen verið formaður í Sambandsflokkinum. Tíðarskeiðið 2003-2004 var hann næstformaður í Landsstýrismálanevndini og limur í Vinnunevndini. Frá 2004 til 2008 formaður í Uttanlandsnevndini og limur í fíggjarnevndini.


Kaj Leo Holm Johannesen varð valdur til løgmann 26. september 2008.