Nú tað lækkar móti endanum av COP15 fundinum í Keypmannahavn, eru ríkis- og stjórnarleiðarar fyri uml. 130 av heimsins londum, farnir á fund fyri at vita, um tað ikki ber til at semjast um eina avtalu á veðurlagsøkinum. Útlitini at fáa eina avtalu undir land, verða mett at vera hampiliga góð, men enn eru nakrar forðingar, sum greiða má fáast á.
Samráðst verður enn um tann føroyska partin av veðurlagsavtaluni. Í hesum sambandi handaði løgmaður danska forsætismálaráðharranum bræv, har hann m.a. legði stóran dent á føroysku sjónarmiðini.
Í gjárkvøldið var løgmaður til døguða hjá Drotningini saman við nógvum av heimsins leiðarum. Løgmaður nýtti høvi at skifta orð við Angela Merkel, Prins Albert av Monaco, Mohamed Nasheed ríkisleiðari í Maldivunum, Hillary Clinton og mong onnur. Hetta var fyrstu ferð, at so nógvir stjórar- og ríkisleiðarar hava verið til døgurða hjá drotningini.
Mynd: Løgmaður hittir Gordon Brown, forsætismálaráðharra á COP15 í Keypmannahavn